Vakrasti dreymur

Eivor Palsdottir

Tú komst og beyð mær inn
Til staðið, sum eingin hevði sæð
Og eg trein inn um tína gátt
Á heitastu hásummarnátt

Títt blíða lyndi dró meg inn
Til heimsins vakrastu dreymar
Í djúpasta dvala lá eg tá
Tú reiddi mær ból at droyma á

Droymandi stígi eg innar
Inn til eitt vakurt stað
Og eg vakni úr vakrasta dreymi
Sólin skínur aftur í dag

Tú komst og beyð mær inn
Til staðið, sum eingin hevði sæð
Og eg trein inn um tína gátt
Heitastu hásummarnátt

Tracker

All lyrics are property and copyright of their owners. All lyrics provided for educational purposes only.